Hóskvøldið verður ein sera spennandi konsert í Norðurlandahúsinum og fríggjakvøldið í Gøtu Kirkju.
Tað er Aldubáran, sum framførir tónleik av amerikanska tónaskaldinum Hseuh-Yung Shen, eitt tónaskald í sonnum serklassa. Aldubáran hevur áður heitt á hann um at skriva verk fyri bólkin og hvørjuferð hevur úrslitið verið einastandandi. Til konsertina verða ikki minni enn tvær frumframførslur. Hetta er ein konsert, ið skal upplivast.
Hsueh-Yung Shen, er føddur í 1952 tætt við Washington, DC og byrjaði ungur, ja einans átta ára gamalur, at fáast við tónleik. Hann tók prógv sum tónaskald frá Stanford universitetinum í 1980, har hann eisini gav frálæru í tvey ár. Hann hevur eisini givið frálæru á Harvard í fýra ár. Síðani 1987 hevur hann búð í Austin, Texas, har hann spælir paukir við The Austin Lyric Opera. Til konsertirnar leikar tónaskaldið sjálvur á percussion.
Til konsertina framførir Aldubáran hesi verk:
Silver Memories duo
Serenade for a new dawn
A Birthday Fantasy frumframførsla
Sinfonietta frumframførsla
Luttakarar í Aldubáruni eru:
Sámal Petersen violin Jón Festirstein violin Angelika Nielsen viola Andreas Restorff cello Andrea Heindriksdóttir flute Malin Klingborg oboe Anna Klett clarinet Christina Andersen Bassoon Páll Sólstein horn Johan Hentze trumpet Ólavur Olsen trumpet Alex Trotter trombone Johannes Andreasen piano Ólavur Jakobsen guitar Hsueh-Yung Shen percussion









