Aldubáran spælir sær

Meðan aldur og bárur leikaðu kring klettarnar í ódnarveðrinum í gjár, leikti og vandi manningin í Aldubárini m.a. ?Hoyrdu tit havsins andalag? og nýggja verkið ?Skýrák? í Listaskálanum. Í morgin er Várkonsert og sýning

Manningin í Aldubáruni er klár at leggja til brots. Fleiri teirra starvast í útlondum, men í gjár byrjaðu tey felagsvenjingarnar til Várkonsertina í Listaskálanum, sum verður leygardagin.

Tey, ið manna bólkin hesaferð eru Andrea Heindriksdóttir, floyta, Anna E. Klett, klarinett, Jógvan Zachariassen, fagott, Sámal Petersen og Kanny Sambleben, fiólir, Ólavur Jacobsen, guitar, Jóhannes Andreasen, klaver, Nikos Kapnas, bratsj. Fyri Páll Sólstein leikar Mads Munch á horn og á sello leikar Ib Hermann.

Verkið Skýrák hjá Atla Petersen er bílagt til konsertina. Hetta er verk fyri øll ljóðførini, eins og eitt verk eftir Paula í Sandagerði er tað. Elsta verkið er eftir Kristian Blak og er frá 1993, tó nú í nýggjari útgávu. Hoyrdu tit havsins andalag hjá Sunleif Rasmussen verður fyrstu ferð spælt í Føroyum. Tað er áður spælt í Íslandi. Tróndur Bogason eigur spennandi verk, ið er fyri violin og klaver, umframt ymisk ljóð, ið eru á bandi.

Palli Hansen fær fyri fyrstu ferð instrumentala tónleik sín framførdan. Verkið nevnist Dropar og er fyri klarinett, fiól, guitar og sello.

Aldubáran varð sett á stovn í 1995 og hevur umframt at leika í Føroyum, eisini leikt í Danmark, Íslandi, Álandi og Finnlandi. Fyri framman er m.a. innspæling av føroyskum verkum.