Aldubáran konsert í Listasavni Føroya

Sunnudagin 4. mars kl. 16 verður árliga várkonsertin hjá Aldubáruni í Listasavni Føroya. Til hesa konsertina verða tað teir tríggir Aldubárulimirnir Páll Sólstein, Jóhannes Andreasen og Sámal Petersen, ið fara at framføra nýggjan føroyskan og eldri klassiskan tónleik fyri klaver, violin og horn.

 

Á skránni hjá teimum er fyrst trioin ?Sprongd strongd?, ið Atli K. Petersen skrivaði fyri nøkrum árum síðan. Síðan frumframføra teir tvey nýskrivað verk. Eitt trísatsað verk við grønlendskum íblástri eftir Kristian Blak og verkið ?Vetrarkvøld? eftir Andras Olsen.

 

Eftir ein steðg fara teir at spæla ta kendu horntrioina, opus 40, eftir Johannes Brahms, sum livdi frá 1833 til 1897.

 

Sum ungur hevði Brahms av og á spælt horn. Hetta kann væl hava verið orsøkin til at Brahms valdi at skriva eitt verk fyri ta sersøku manningina klaver, violin og horn eftir at móðir hansara var deyð. Verkið er skrivað í 1865, um sama mundið sum Ein deutsches Requiem.

 

Horntrioin eftir Brahms er tann fyrsta av sínum slag í tónlistarsøguni. Men eftir at ungverska tónaskaldið Gyorgy Ligeti (1923-2006) skrivaði eina víðagitna horntrio í 1982, hava fleiri nútíðartónaskald skrivað verk fyri hesa manning. Teirra millum sum nevnt Atli K Petersen, Kristian Blak og Andras Olsen.

 

Tað er Felagið Føroysk Tónaskøld, ið skipar fyri konsertini.