- Vit hava aldrin vita slíkt veður, men tað mugu vit laga okkum eftir.
Tað sigur Jens Brattalíð, ferðslusamskipari hjá Strandferðsluni.
Hann sigur, at ódnin í dag er tann fjórða í eina viku og tað er meiri enn tey á strandferðsluni vita um at siga, eisini tey meiri royndu av manningini.
Aftur í morgun er ódnarveður og tað órógvar bæðu sigling hjá Strandferðsluni og koyring hjá Bygdaleiðum.
Skip hava siglt í morgun og bussar hava koyrt, men um níggju tíðina brast óveðrið á og tá varð alt lagt stilt.
Væntandi kemur gongd á aftur stutt eftir døgverða.
Smyril skuldi fara at Krambatanga klokkan sjey, útsetti fyrst til klokkan níggju og síðani til klokkan 11, tá ið hann fer til Havnar.
Hann fer so suður aftur klokkan 14, norður aftur klokkan 17 og suður aftur klokkan 20.
Eitt serligt fyribrigdi er í Havn, tí Ternan hevur heldur ikki siglt ímillum Havnina og Nólsoyar.
Orsøkin er, at tað er so høg flóð í Havn, at hon stendur upp á bryggjuna og tískil fær Ternan ikki portrið niðurat og tað er fyrstu ferð í mannaminni, at tey standa í hesi støðuni
- Hetta er fyribils ferðaætlanin, men veðrið er so skiftandi, at vit mugu alla tíðina leggja ferðaætlanina eftir veðrinum, sigur Jens Petur Brattalíð.
Sostatt kunnu fráferðir bæði verða útsettar og framskundaðar og tey, sum hava brúk fyri at ferðast, kunnu ikki gera annað enn at fylgja við.
Osmundur Justinussen í Leirvík hevur gjørt nakrar sera áhugaverdar eygleiðingar um veðrið, og við at trýsta HER ber til at hoyra hann greiða frá, hví veðrið í Føroyum er so ringt
|