Ein av teimum royndu spælarinum, sum var partur av avblásta dystinum í 2.deild millum Skála og ÍF, er fyrrverandi liðskiparin í felagnum, Bartal Eliasen. Hann heldur lítið um dystin og avgerðina hjá kappingarnevndini.
Les eisini: Skulu spæla seianstu átta minuttirnar
- Tað var ikki spælandi fyri vindi, og eg havi aldrin spælt í so ringum veðrið. Um hatta var í Effo-deildini, so bleiv dysturin ongantíð spældur, sigur Bartal Eliasen.
Hann hevur heldur ikki nakran hug at spæla teir írestandi átta minuttirnar. Skála var á odda 2-0, tá dómarin í 82. minutti avblásti dystin, tí málverjin hjá ÍF gýppaði allar bóltarnar av vøllinum.
- Eg haldi tað er nakað fjas at spæla teir seinastu átta minuttirnar. Lat teir bara vinna dystin, sigur Bartal Eliasen.
Málverjin hjá ÍF metti ikki, at tað var ráðiligt at senda bóltin í spæl í nógva mótvindinum, og valdi tí at sparka bóltarnar oman móti skipasmiðjuni. Nú skulu teir somu 11 hjá 2. deild hjá ÍF møta til átta minuttir av fótbólti.
- Tað verður trupult hjá okkum at møta við teimum somu 11, tí onkrir ru mær vitandi farnir av landinum, sigur Bartal Eliasen.
Róin Schrøter, formaður í kappingarnevndini hevur boðað frá, at seinastu átta minuttirnir skulu spælast av dystinum. Hann vísir á at regulgerðin sigur, at teir somu 22, ið vóru á vøllinum tá dómarin avblásti dystin, skulu byrjan hann aftur.
Tað er eitt umfar eftir í 2.deild. ÍF er longu flutt upp, meðan Skála ikki kann flyta upp á triðja plássi.