Aldrin spælt á hasum plássinum

Hóast Jákup á Borg ikki fekk boðini um óvandu støðuna sum vinstri bakkur fyrr enn mikumorgunin, so tóktist hann ikki serliga órógvaður av. Eitt sindur av svøkum tónleiki var nóg mikið til at fáa gearini á rætta kós, áðrenn farið varð á vøllin, sigur hann

Fótbóltur

Jákup Mørk

jakup@sosialurin.fo

 

- Nei. Tað er nokk eitt av teimum fáu støðunum á vøllinum, sum eg ongan tíð havi spælt áður, var svarið frá Jákupi, tá hann varð spurdur um hann nakran tíð hevði roynt seg sum vinstri bakkur í fótbólti.

Boðini um, at fyrsta royndin í so máta varð móti Litava, fekk hann mikumorgunin. Men sjálvur helt hann tó ikki, at hetta órógvaði fyrireikingarnar hjá honum til dystin so øgiliga nógv.

- Nei, tú fyrireikar teg jú kortini. Fyrst og fremst, so er tað jú tað, at tú umboðar landið. Og so tekur man tað í stívum armi og lurtar eftir eitt sindur av svøkum tónleiki. So ert tú klárur til tað.

Og tá alt kom til alt, so gjørdist tað ikki verri enn ilt hjá Jákupi. Heldur ikki, hóast hann tóktist eitt sindur tyngdur av óvandu støðuni fyrstu løtuna.

- Fyrst og fremst, so ivaðist eg at byrja við í, nær eg skuldi pressa upp. Gjørdi eg tað ov nógv, so kom ein maður rennandi í tómrúmið aftanfyri, men eg haldi, at eftir fyrsta korterið ella so fann eg eina javnvág í hesum. Og tá verjuparturin so riggar, so verður jú lættari at spæla.

Og tað sá eisini út til, at tú í seinna hálvleiki betri tordi at koma framvið?

- Ja, men tá var bara ikki eins gott pláss at trekkja inneftir, sum tað var í fyrra hálvleiki. Men so hvørt, sum sjálvsálitið bleiv betri, so tordi eg meira og meira.

 

Mynd: Jákup

Hóast boðini um óvæntaða plássið ikki komu fyrr enn mikumorgunin, so helt Jákup á Borg ikki, at hann hevði stórvegis ávirkan á hansara hátt at fyrireika seg til dystin