Altjóða handilsfyritøkan Aldi, sum hevur handlar í 18 londum, nýtir ikki teldupost í sínum samskifti, og tað hevur vakt ans. Heimasíðan hjá Vinnuhúsinum endurgevur ein av stjórunum í fyritøkuni, Frank Egholm, fyri at siga, at hetta er fyri at verja verja kappingarstøðuna hjá fyritøkuni. – Kappingin á discount-marknaðinum er beinhørð. Vit selja dygdarvørur til ein lágan prís, og tí vilja vit ikki at kappingarneytar okkara skulu frætta hvat vit gjalda fyri vørurnar vit keypa. Og data eru betur vard um starvsfólk okkara ikki kunnu samskifta á henda hátt” sigur hann.










