Aldargomul vinna skerd rættindi

- Seinastu árini hevur nógv verið tosað um rættin til fiskiríkidømi. Mær tykir, at opnu bátarnir eru gloymdir í hesum kjakinum, sigur uppilagstur fiskimaður, ið hevur útróður sum ítriv

Fiskidagar

Sámal Jóhan Gaardlykke í Lamba, sum plagar at rógva út av Lambavík, tá ið veður er til tess, heldur lítið um, at opnir bátar ikki skulu sleppa til útróðrar, tí at fiskidagarnir hjá hesum bátum eru uppi. Soleiðis var í fjør summar, áðrenn nýggir fiskidagar vórðu útskrivaðir, og soleiðis var eisini nú seinast í farna ári.
 Sámal Jóhan er uppilagstur fiskimaður. Hann sigldi alt sítt góða lív, og í fleiri ár átti hann snellubátin, Grunning.

Uppi tvær ferðir

Tá ið hann legðist uppá land, fór hann undir smáútróður sum ítriv. Hetta er ofta tað, sum einum uppilagstum fiskimanni dámar best.  Sámal Jóhan hevur ein minni bát, sum kann dragast oman og niðan á vogni - alt eftir, hvussu líkindini á Lambavík nú einaferð eru.
 Hann hevur fiskiloyvi í bólki 5B, og tað er í hesum bólki, at fiskidagarnir vórðu uppi tvær ferðir seinasta ár.
 - Tað er ein undarlig kensla, at vit, sum hava hesar smáu bátarnar, ikki skulu sleppa at fiska, samstundis sum tey størru skipini, kunnu fara út á ytru landleiðina og vinna sær fleiri fiskidagar fyri teir, ið roynt verður uttanfyri.
 Sámal Jóhan sigur, at hann var 53 dagar á floti í fjør og fiskaði 15 tons. Søluvirðið var einar 180.000 krónur.
 - Eg vil siga, at hetta er eitt brúkiligt dagatal, men tá ið vit eru í bólki við felagskvotu, har eisini bátar eru, sum hava dekk, vita vit ongantíð, hvussu nógvar fiskidagar vit fáa í einum ári. Høvdu vit, sum hava útróðurin til ítriv, einar 50 fiskidagar í part, hevði alt verið í lagi. Men knappliga standa vit har, tí fiskidagarnir eru uppi, og tað er ógvuliga keðiligt.
 Hann heldur ikki, at deksfør áttu at verið við í sama bólki sum opnir maskinbátar, tí deksførini kunnu vera á útróðri nógvar dagar, har opnu bátarnir liggja bundnir við bryggju.
 - Vit hava snøgt sagt ikki somu fyritreytir, sigur Sámal Jóhan.
 
Aldargomul vinna

Sámal Jóhan vísir á, at ein ørgrynna av bátum eru í bólkunum, 5B og 5D, sum fiska av felagskvotu.
 - Fóru allir hesir bátar á flot, vóru bert nakrir heilt fáir dagar í part í hvørjum hálvári. Tí vil eg mæla til, at vit, sum reka ein avmarkaðan útróður við opnum bátum og hóast alt hava hetta sum vinnu, fáa nakrar fiskidagar tillutaðar í part.
 Sámal Jóhan vísir á, at útróður við opnum báti er tað, sum hevur lívbjargað føroyingum upp ígjøgnum tíðirnar.
 - So, skulu vit tosa um søgulig rættindi, sum nógv hevur verið frammi seinastu árini, áttu vit, sum hava hesar bátarnar, ikki at verið fyri slíkum vanbýti. Hetta eru jú so smáar nøgdir, talan er um, men fyri okkum, sum hava siglt alt okkara lív, hevur hesin útróður stóran týdning, sigur Sámal Jóhan Gaardlykke.