Aldargamal enskur jólasálmur á føroyskum

(Ljóðsamrøða) "God Rest ye merry Gentlemen" er nú at finna á føroyskum

Mong, sum hava áhuga fyri jólasálmum kenna aldargamla enska jólasálmin "God Rest ye merry Gentlemen". Serliga er tað útgávan hjá Bing Crosby, sum hevur verið kend millum tey eldru.

 

Hóast jólasálmurin er frá 18. øld, og hevur verið væl umtóktur og nógv sungin, so hevur hann ikki verið at finna á føroyskum máli. Hetta gjørdist tó veruleiki fyri stuttum, tá Óli Jákup Jacobsen úr Havn týddi jólasálmin við góðari hjálp frá Øssuri Berghamar í Keypmannahavn.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Óla Jákup Jacobsen greiða frá.

 

Við at trýsta á hesa YouTube leinkjuna ber til at hoyra løtuna, tá sangurin varð sungin á øðrum sinni. Hetta var í Kristnastovu í Keypmannahavn, sunnudagin 14. desember: https://www.youtube.com/watch?v=74Rr1L-89TM&feature=youtu.be