Jazzbólkurin Alda Magna hevur júst vunnið virðislønina Ársins bólkur/kór í Opna flokkinum. Tað kunngjørdi Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, fyri løtu síðan.
Bólkurin lat í fjør úr hondum sína triðja útgávu, ið fekk heitið Traces of Time. Alda Magna er mannað við Kim Kristensen, klaver, Rógvi á Rógvu, trummur, Arnold Ludvig, bass, og Leivur Thomsen, gittar.
Alda Magna var eisini tilnevnd til somu virðisløn í 2016, tá Tórshavnar kamarkór vann virðislønina.
Hini sum vóru tilnevnd til virðislønina í ár vóru Dansifelagið í Havn og Tórshavnar Big Band.