Albrechtsen til Onglands

30 mió kr. var tað, sum skuldi til, fyri at enska West Bromwich Albion fekk fingarnar í FCK-verjuleikaranum, Martin Albrechtsen.
Albrechtsen kom til FCK úr AB fyri tveimum árum síðani, og eftir tvey silvurmerki í fjør gjørdist tað sum kunnugt til tvey gullmerki í ár.
Sjávur sigur leikarin, at hann annars hevði glett seg til at spæla Champions League undankappingardystir við FCK, men at bretska tilboðið snøgt sagt var ov gott til at vraka.
West Bromwich tryggjaði sær fyri stuttum uppflyting til ensku Premier League.
Sambært BT roynir FCK nú ístaðin at ogna sær 23 ára gamla Dan Thomassen. Hann hevur seinnu árini roynt seg í Italia, har hann hevur leikt við Padova í seriu C, men sáttmálin har er nú liðugur.
Eisini hevur tað ljóðað seinastu dagarnar, at FCK roynir at fáa hendur á Jan Michaelsen, sum seinnu árini hevur leikt í grikskum fótbólti.