Lagið var ógvuliga ymiskt á høvuðsvenjaranum hjá ÍF, Alberti Ellefsen og liðskiparanum hjá AB, Jónasi Stenberg, tá Rás2/in.fo fekk orðið á teir, aftaná 4-1 sigurin hjá AB í Fløtugerði í Fuglafirði.
Albert Ellefsen segði dystin verða sína ringastu uppliving, sum venjari, og hann slær alarm, tá talan er um verjuspælið hjá ÍF, sum veruliga hevur rokkið botnin.
Jónas Stenberg er ein glaður og lættur maður, aftaná fyrsta sigurin hjá AB, síðani 1. umfar. Hann heldur tó, at AB hevur verið væl við í nógvum dystum, men nú glapp endiliga hjá argjamonnum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum Albert Ellefsen og Jónas Stenberg søgdu aftaná dystin millum ÍF og AB.