Albert og ÍF samráðast

Albert Ellefsen sær út til at halda fram í Fuglafirði

Tað hevur ljóðað, at Albert Ellefsen hevur verið inni í myndini sum nýggjur venjari hjá B36, men nú váttar formaðurin hjá ÍF, Magnus Jørmundsson, at ÍF og Albert Ellefsen eru komin væl áleiðis í samráðingunum um at leingja sáttmálan.

 

-       Eingin sáttmáli er undirskrivaður enn, men vit eru komin væl áleiðis í samskiftinum við hann, sigur sigur Magnus Jørmundsson við in.fo í kvøld.

 

Hóast stóra útskifting, so hevur Albert Ellefsen megnað at hildið fast um annað plássið, sum felagið vann sær í fjør.

 

Spurningurin er so, um AB er inni í myndini eftir Albert Ellefsen, tá hann hevur verið í samband við B36, ella um hetta er endaliga staðfestingin, at hann heldur fram í Fuglafirði?