Albert hevur fingið nýggjan venjara

At Grindavík hevur havt soltna úrtøku og er næstaftast hevur havt við sær at sama uppskriftin í vikuni varð nýtt, sum fyri stuttum kostaði venjaranum hjá Fram starvið

ÍSLAND

Tað er ikki bara í Føroyum, at tey bæði feløgini, sum eru niðast á støðutalvuni, hava fingið nýggjar venjarar nú í summar.
Fram, sum er felagið hjá Fróða Benjaminsen og Hans Fróða Hansen, er aftast í Landsbankadeildini. Tað hevði fyrr í summar við sær, at Ion Geolgau og felagið samdust um, at samstarvið teirra millum skuldi halda uppat. Soleiðis var tað í hvussu so er orðað, tá ið útisetarnir í Íslandi fingu nýggjan venjara.
Grindavík, ið er felagið hjá Alberti Sævarssyni, sum í fjør var málverji hjá B68, er næstaftast, og hósdagin hildu teir støðuna vera soleiðis, at best var at royna við nýggjum venjara. Sagt verður, at felagið og Zeliko Stankovic vóru samd um, at venjarin skuldi leggja frá sær, eftir at Grindavík mikukvøldið hevði tapt 2-0 á útivølli ímóti ÍBV í Vestmannaoyggjunum.
Nýggjur venjari hjá Grindavík er Guðmundur Valur Sigurðsson, sum frammanundan var hjálparvenjari. Grindavík er nummar níggju og næstaftast við ellivu stigum, og Fram er aftast við sjey stigum.