Albert gevst í Fuglafirði

ÍF skal hava nýggjan venjara til komandi kappingarár

 

 

Albert Ellefsen hevur tey bæði seinastu árini verið venjari hjá besta mansliðnum hjá ÍF. Í fjør gjørdist talan um silvur í landskappingini, umframt at Albert fekk heiðurin sum ársins venjari í føroyskum fótbólti.

 

Í ár hevur ikki gingist heilt so væl, men frá fleiri síðum varð roknað við, at Albert tó fór at taka eitt tørn afturat. Men í dag staðfestir Norðlýsið, at Albert ikki verður venjari í Fuglafirði næsta kappingarár.

 

- Eg havi avgjørt, at eg haldi ikki fram. Eg havi gjørt upp við meg sjálvan, at eg havi ikki tíð til starvið. Og um ikki eitt øgiliga gott tilboð kemur, so verið eg ikki venjari nakrastaðni næsta ár, sigur Albert Ellefsen við Norðlýsið.

 

Sosialurin skrivaði fyrr í ár, at tað var eitt ivamál um Albert fór at halda fram í starvinum. Tá var mett, at Alexandar Jovevic fór at fáa ein størri leiklut enn hjálparvenjari.