Tað tykist púra vist, at Albert Adu ikki heldur fram í TB. Søgurnar siga, at hann spælir við KÍ komandi kappingarár.
28 ára gamli framherjin úr Hollandi hevur verið TB góður seinastu tvey árini. Í fjør var upp á tal, at millum annað HB og Víkingur, umframt onnur feløg høvdu havt eyga á honum.
Nú bendir okkurt á, at Albert Adu spælir við KÍ komandi kappingarár. KÍ hevur higartil fingið Dion Splidt og Hørð Askham í hópin, meðan Súni Olsen er givin at spæla og Mayowa Alli fer aftur til Danmarkar.
KÍ hevur ongan avloysara til Páll A. Klettskarð, sum er einsamallur áleypari í hópinum. Albert Adu hevur skotið 24 mál upp á tvey ár í TB. 11 í fjør og 13 í ár.