Fleiri brandbilar fóru stunandi niðan til nýggja bygningin hjá Posta á Óðinshædd fyrr í dag. Orsøkin er, sambært vakthavandi á løgreglustøðini í Havn, at ein alarmskipan hjá Posta fór í gongd.
Fleiri størri bygningar í landinum hava beinleiðis samband við Posta. Hetta viðførir, at kemur eldur í, so fara boðini beinleiðis til sløkkiliðið. Hetta er við til at økja um trygdina í størru bygningunum.
Tað kemur tó meira enn so fyri, at alamurin slær til, hóast eingin eldur er í. Tað hendi í dag hjá Posta og tí fóru fleiri brandbilar við útrykningi og øgiligar ferð niðan í móti Posta í dag. Men sum sagt var eingin vandi á ferð.