Tíbetur var talan um falskan alarm, men Helle Thorning-Schimdt, Villy Søvnddal og øll hini vórðu seinnapartin evakuera av Crowne Hotel Plaza á Amager í Keypmannahavn, har tey samráðast um nýggja stjórn.
Á sama hottelið er eisini árliga ráðstevnan »Radio Days«, har umboð fyri Rás2 eisini eru.
Birgir Waag Høgnesen, markanaðarleiðari á Rás2 sum er á hotellinum, sigur, at eingin dramatikkur var.
Tey boðaði í hátalarunum frá, at øll skuldu fara út. Tað vísti seg kortini at vera ein roykmaskina, sum skal brúkast til veitsluna hjá luttakarunum á »Radio Days«, sum varð royndarkoyrd áðrenn veitsluna, og onkur helt talan vera um eld, sigur Birgir Waag Høgnesen.
Sløkkiliðið kom á staðið bert fimm minuttir eftir fráboðanina, men talan var tíbetur um tað, sum tey kalla ein »blindan alarm«.
Kortini hevði hendan evakueringin eina avdúking við sær. Meðan Javnaðarflokkurin, SF og tey Radikalu hava samráðst, so hevur tað ljóðað sum um, at Eindarlistin als ikki er við. Men fólk frá Eindarlistanum komu so í øllum førum út, tá hotellið varð evakuerað, so onkran leiklut hava tey í samráðingunum.
Myndir: Birgir Waag Høgnesen