Alari í Føroyum í uppskoti til at fáa altjóða virðisløn

Talan er um eina umhvørvisvirðisløn, sum nú kann enda í Føroyum

Alivirkið, Hiddenfjord í Føroyum, er í uppskoti til at fáa eina aljóða umhvørvisheiðursløn. Talan er um Reuters heiðursløn, sum Hiddenfjord nú kann fáa fyri burðardygd. Hidddenfjord sigur í eini fáboðan, at orsøkin til at tey eru í uppskoti til virðislønina, er serliga tí at tey gjørdu av at flyta laksin sjóvegis av landinum, heldur enn við flogfari.

 

Responsible business heiðurslønirnar, ella heiðurslønirnar fyri ábyrgdarult virki, verður latin virkjum, sum hava positiva ávirkan á samfelagið og á umhvørvið – og sum ganga á odda á hesm øki

 

Hiddenfjor sigur, at síðani tey fóru at flyta laks við farmaskipi, heldur enn við flogfari, er co2 útlátið hjá teimum minkað 94 prosent. Tað merkir, at útlátið hevur verið eini 100.000 tons minni enn tað annarss hevði verið.

 

 – Vit eru partur av einum altjóða heimi, ið hevur felags ábyrgd at hugsa um umhvørvið og avbjóðingarnar, ið veðurlagsbroytingar hava við sær. Vit mugu tora at taka stór stig, sum gera veruligan mun, tá ið talan er um útlát, sigur Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord, í fráboðani.

 

Hiddenfjord er í uppskoti til at fáa heiðurslønina í í bólkinum »Business Transformation Awards«  Aðrar fyritøkur, ið eru í uppskoti at fáa eina heiðursløn í onkrum av bólkunum, eru PepsiCo, Microsoft, Amazon, Volvo og Nestlé. Tað verður á stórum tiltakið í Londin 13, oktober, at tað verður avdúkað, hvør fær heiðurslønirnar.