Mini bilarnir vóru sera væl umtóktir fyrstu nógvu árini eftir at teir komu á marknaðin. Eisini her hjá okkum vóru teir nógv seldir bæði sum Austin og Morris. Sigird av Reyni seldi Morris og Charles Mauritzen & Co seldi Austin. Bilarnir vóru teir somu við hvør sínum navni.
Fyrtøkan Charles Mauritzen & Co varð vanliga nevnd “hjá Brockie”, tí tað var Brockie familjan sum rak føroysku deildina hjá ensku fyritøkuni.
Alan Brockie byrjaði sum 17 ára gamal í 1964 at arbeiða á goymsluni í fyritøkuni.
Hann var bert 18 ára gamal, tá hann keypt sín fyrsta Austin Mini. Bilin keypti hann sum eitt ára gamlan frá Hans Jacob Hermansen, sum í dag er koyrilærari í Havn.
Alan hevur annars arbeitt mest við bilum og myndum. Í fyrsta atløgu arbeiddi hann á eykalutagoymsluni til 1974, tá hann fór at arbeiða sum myndamaður burturav saman við Kalmari Lindenskov. Teir góvu t.d. út myndablaðið Magn frá 1976 til 1979.
Í 1982 byrjaði Alan aftur á eykalutagoymsluni í fyritøkuni, sum tá hevði skift navn til Robert P. Brockie & Co, og Derek Brockie, beiggi Alan, hevði tikið yvir søluna av bilunum við navninum »Bilcentrið«, ið seinni bleiv broytt til »D. B. Bilar«.
Alan arbeiddi annars í fleiri ár við bilum hjá D.B. Bilum til nakað eftir at fyritøkan varð seld til Berg Motors í 2005. Í dag arbeiðir Alan bæði sum sjálvstøðugur myndamaður og sum myndamaður hjá Dimmalætting.
Alan sigur, at tá hann byrjaði í fyritøkuni, kostaði ein Austin Mini millum 11 og 12.000 krónur. Mini bilarnir vórðu framleiddir frá 1959 til 2000.