Tann hernaðarliga rørslan al-Shabaab í Somalia hevur nú átikið sær ábyrgdina av bumbunum, sum kravdu 74 mannalív í ugandiska høvuðsstaðnum Kampala í gjárkvøldið. -Vit skipaðu fyri álopunum, tí vit eru í kríggi við ugandar. Vit hava ávarað teir, men teir vilja ikki lurta eftir okkum, sigur ein talsmaður fyri al- Shabaab.
Uganda hevur fleiri túsund hermenn í Somalia, har teir hjálpa stjórnarherinum. Ugandiski varauttanríkisráðharrin segði í dag, at yvirgangurin í gjárkvøldið fær onga ávirkan á landsins hernaðarligu hjáveru í Somalia.
Al-Shabaab hevur ræðið á umleið 80 prosentum av Somalia.