Al-Qaeda ætlaði yvirgang í USA

Amerikanskir embætismenn avdúka nú, at al-Qaeda hevði lagt ætlanir um yvirgang í USA í sambandi við 10 ára dagin fyri atsóknirnar tann 11. september í 2001. Sambært embætismonnunum hava amerikanararnir funnið ábendingar um hetta í einari teldu, sum amerikonsku hermenninir tóku við sær, tá teir lupu á húsini hjá bin Osama Laden í Pakistan.

Sagt verður, at longu í februar í 2010 hevði al-Qaeda ætlanir um at søkja at einum toki einastaðni í USA tann 11. september í ár.

Eitt nú hevði felagsskapurin kannað møguleikarnar fyri at gera okkurt við jarnbreytina, so eitt ferðamannatok skuldi fara út av einari brúgv.