Al-qaeda søkir sjálmorðsbumbumenn í Danmark

Amerikanski felagskapurin SITE, ið fylgir við islamistiskum heimasíðum, sá fyri góðum tveimum vikum síðani eina lýsing á eini heimasíðu hjá al-Qaeda. Sóknast varð eftir sjálvmorðsbumbumonnum í Danmark Heimasíðan, har eftirlýsingin stóð, er eitt forum fyri hernaðarligar islamistar, sum í seinastuni hava gjørt um seg m.a. við fólkaráni.

Álopið á Danmark skal vera ein hevndaratsókn fyri muhammedstekningarnar, sum fyri tíð síðani fingu sinnini í kók. Fleiri hava longu teknað seg, og fremsta mál teirra verður at spjaða ótta í Danmark.

PET, sum er danska fregnartænastan, hevur seinastu dagarnar handtikið 8 fólk, men stjórin á PET, Jakob Scharf, vil ikki vátta, at samanhangur er ímillum heimasíðunua og handtøkurnar.

- Vit eru greiðir yvir hóttanirnar, og vit fylgja væl við á heimasíðuni, sigur hann við Nyhedsavisen.