Pakistanskir og amerikanskir myndugleikar kanna nú, um tað var al-Qaeda, sum myrdi Benazir Bhutto Pakistanska sjónvarpið ARY segði í gjárkvøldið, at al-Qaeda hevur átikið sær ábyrgdina av morðinum á Benazir Bhutto í gjár. Tað sama skriva fleiri islamistiskar heimasíður, men pakistanska innanríkisráðið vil ikki vátta tíðindini, skrivar AFP í morgun.
Samnbært teimum islamistisku heimasíðunum var tað næstovastin í al-Qaeda, Ayman al-Zawahiri, sum legði morðið í gjár til rættis.
Ein amerikanskur diplomatur segði í nátt, at tær amerikonsku fregnartænasturnar hava sett nógv fólk av til at kanna, hvønn lut al-Qaeda hevði í morðinum á Benazir Bhutto.