Al Qaeda-leiðari fallin

Abdelhamid Abou Zeid, sum var ein av teimum opvastu monnunum í yvirgangsfelagsskapinum al-Qaeda, doyði í skotbardaga har norðuri í Mali fyrr í vikuni. Tað kunngjørdi forsetin í grannalandinum Thad, Idriss Deby, í gjár.

Tann 46 ára gamli Abdelhamid Abou Zeid var ættaður úr Algeria og æt í veruleikanum Mohamed Ghedir. Hildið verður, at hann skipaði fyri fleiri álopum har norðuri í Mali. Tað sigst eisini, at hann burturflutti og myrdi vesturlendingar, eitt nú bretan Edwin Dyer, sum bleiv burturfluttur í Niger í 2009, og fýra fronsk ferðafólk, sum hvurvu í Niger í 2010.

Abdelhamid Abou Zeid varð seinast sæddur í Timbuktu og Gao har norðuri í Mali. Tað var stutt fyri ársskiftið. Eygleiðarar siga, at tað er ein dyggur smeitur fyri tað norðurafrikonsku deildina av al-Qaeda, at hann er fallin.