Al-Qaeda knýtt at Benghazi-álopinum

Nakrir av teimum monnunum, sum skipaðu fyri álopinum á amerikanska konsulátið í libyska býnum Benghazi í september, høvdu tilknýti til yvirgangsfelagsskapin AQIM, sum er tann norðurafrikanska deildin av al-Qaeda.

Tað sigur ovastin fyri Afrika-deildini hjá amerikonsku herleiðsluni, generalurin Carter Ham, við tíðindastovuna AP. Hann leggur tó afturat, at tað er ikki vist, at AQIM gav boð um álopið ella legði tað til rættis.

Fýra amerikanarar doyðu, tá konsulátið í Benghazi bleiv álopið, teirra millum amerikanski sendiharrin í Libya, Christopher Stevens.

Sambært AP halda teir amerikonsku myndugleikarnir fram við at kanna hendingina í september.