Al-Qaeda gjørdi aftur vart við seg

Amerikanarar ivast ikki í, at at tað var yvirgangsfelagsskapurin al-Qaeda, sum skipaði fyri bumbuatsóknini í saudiarabiska høvuðsstaðnum gjáranáttina

- Alt bendir á, at tað er al-Qaeda, sum hevur skipað fyri atsóknini.
Tað segði amerikanski uttanríkisráðharrin, Colin Powell, løtu eftir, at hann hevði frætt um bumbuatsóknina í saudiarabiska høvuðsstaðnum Riyadh gjáranáttina.
Embætismenn í Washington søgdu seinni, at har var lítil og eingin ivi um, at tað var felagsskapurin hjá Osama bin Laden, sum hevði skipað fyri atsóknini. Embætismenninir vístu á, at tær fýra bumburnar brustu samstundis, og tað hevur fyrr víst seg at vera tann vanliga framferðin hjá al-Qaeda. Sambært amerikansku embætismonnunum hevur CIA havt illgruna um, at al-Qaeda var í ferð við at fyrireika eina atsókn, og hesin illgruni var eisini orsøkin til, at amerikansku myndugleikarnir sendu eina ávaring úr tann 1. mai.
Í gjár kom eisini fram, at saudiarabiska løgreglan hevur leitað eftir 19 monnum seinastu átta dagarnar, tí illgruni er um, at teir hava samband við al-Qaeda. Tann 6. mai var skotbardagi millum løgregluna og teir 19 menninar, sum allir sluppu til rýmingar.
Høvuðsmálið hjá al-Qaeda hevur alla tíðina verið at fáa noyða USA at taka sínar hermenn úr Saudiarabia. Hermenninir hava verið har síðani Flógvakríggið í 1991, og Osama bin Laden hevur fleiri ferðir sagt, at hann fór ikki at helma í, fyrr enn tann seinasti heidni hermaðurin var farin úr tí heilaga Saudiarabia.
Atsóknin í gjár var greitt vend ímóti amerikanarum í Riyadh, og álopið er ikki tað fyrsta av hesum slagnum. Í 1995 doyðu fimm amerikanarar og tveir indarar í einari bumbuatsókn í Riyadh, og í juni árið eftir doyðu 19 amerikanarar, tá ein bumba brast á einum byggiplássi í býnum Khobar.