Al-Qaeda fer at svara aftur

Tað er eitt álvarssamt bakkast fyri yvirgangsfelagsskapin al-Qaeda og tær víðgongdu islamistisku rørslurnar sum heild, at Osama bin Laden er deyður. Tað sigur danski yvirgangsserfrøðingurin Jørgen Staun við Tv2.

-Osama bin Laden hevur havt eina sera sterka støðu sum tann stóra fyrimyndin hjá al-Qaeda, so hetta er eitt sera stórt bakkast fyri felagsskapin. Samstundis er hetta ein stórur sigur fyri stjórnina hjá Barack Obama og USA, sigur Jørgen Staun.

Hinvegin væntar hann, at al-Qaeda fer at svara aftur, so skjótt tað kann lata seg gera, tí tað er umráðandi hjá felagsskapinum at vísa, at hann framvegis kann gera vart við seg, sjálvt um leiðarin er fallin.

-Tí kunnu vit rokna við einum álopi í næstu framtíð, sigur danski yvirgangsserfrøðingurin.