Al-Qaeda er í Sýrialandi

Russisku myndugleikarnir siga nú, at tað er yvirgangsfelagsskapurin al-Qaeda, sum hevur skipað fyri teimum seinastu bumbuatsóknunum í Sýrialandi. Atsóknirnar hava verið sera ógvusligar, og tann seinasta, sum var í Damaskus, kravdi meiri enn 50 mannalív.

Samstundis ávara russar um, at teir fara ikki at venda stýrinum í Damaskus bakið, um uppreistrarmenninir fáa fíggjarliga ella hernaðarliga hjálp frá øðrum londum.

Russiski varaforsætisráðharrin, Gennady Gatilov (myndin), segði í dag, at fáa uppreistrarmenninir í Sýrialandi vápn, fer Russland at lata teimum sýrisku myndugleikunum vápn, so teir kunnu verja seg.