Hóast fyrrverandi amerikanski varaforsetin ikki lurtaði eftir fyrilestrinum hjá havgranskaranum, Boga Hansen, í dag, so rósti hann honum í sínum egna fyrilestri Al Gore var rættuliga stiggur á síni Føroyavitjan. Hann gekk ikki runt og heilsaði uppá fólk, eins og Bill Clinton gjørdi.
Men nøkur fólk fingu tó høvi at heilsa upp á fyrrverandi amerikanska forsetan og vinnara av friðarheiðursløn Nobels.
Á vip-samkomu áðrenn fyrilesturin seinnapartin í dag, heilsaði Al Gore millum annað uppá føoyska havgranskaran, Boga Hansen, har hann millum annað fekk handaða bókina hjá føroyska granskaranum.
Og tá Al Gore tosaði um broytingarnar í havumhvørvinum í fyrilestri sínum vísti hann til granskingina hjá Boga Hansen við orðunum:
- As you have already heard from one of the world?s leading authorities earlier today ...
ella umsett til føroyskt: Sum tit longu hava hoyrt frá einum av fremstu serkønu fólkunum í heiminum á hesum øki ?
Ráðstevnan í Norðurlandahúsinum heldur fram í morgin, tá enn fleiri føroyingar fara at greiða frá um slóðbrótandi gransking, menning og vinnu.