Akustiskur tónleikur verri umstøður í Norðurlandahúsinum

Síðani Norðurlandahúsið fekk nýggjar stólar, hava røddir verið frammi um, at t.d. klassiskur tónleikur ikki longur kann spælast í húsinum.

- Tað er perfekt fyri 200, men tað er ikki so gott fyri okkum, sigur Bernharður Wilkinson, sum stjórnar Føroya Symfoniorkestri um tær nýggju umstøðurnar.

Niels Halm, stjóri í Norðurlandahúsinum sigur, at hetta slagið av stólum verður brúkt í teimum størstu tónleikahúsunum í Evropa

MENTAN

 
 
Fyri góðum ári síðani fekk Norðurlandahúsið nýggjar stólar í tann stóra salin í húsinum. Hetta var eins stór íløga, og eitt nú læt ein grunnur undir A. P. Møller eina millión krónur til endamálið.
Men síðani hava røddir verið frammi um, at salurin ikki er eins væl egnaður til akustiskan, symfoniskan og kórtónleik, sum hann var frammanundan.
Bernharður Wilkinson, sum stjórnar Føroya Symfoniorkestri, váttar fyri Sosialinum, at akustikkurin er broyttur, síðani teir nýggju stólarnir komu inn í húsið. Hann leggur dent á, at tað eru fá hús, sum kunnu hýsa øllum sløgum av tónleiki, men sum støðan er nú, hóskar salurin í Norðurlandahúsinum best til tónleik, sum verður stuðlaður av ravmagni, mikrofonum og hátalarum enn akustiskan tónleik, sum eitt nú symfoniorkestrið spælir.
Bernharður Wilkinson vísir á, at sum nú er, er lítil og eingin eftirklangur í salinum, og hetta er gott, um onkur skal halda røðu í salinum, men um eitt nú kór skulu framføra har, ljóða tey, sum standa tey langt burtur.
- Nú er tað betur egnað til okkurt annað slag av tónleiki.
- Tað er perfekt fyri 200, men tað er ikki so gott fyri okkum, sigur dirigenturin, sum tó hevur tosað við leiðsluna í Norðurlandahúsinum um trupulleikan, og nevnt hevur verið um, at okkurt kann flytast.
- Men so kann henda, at fólk einki fara at síggja, metir Bernharður Wilkinson, sum tó aftur fer at stjórna symfoniorkestrinum í næsta mánaði.
 
Skert upplivilsi
 
Sunleif Rasmussen, tónaskald, hevur sum áhoyrari í Norðurlandahúsinum eisini varnast tann broytta akustikkin. Hann sigur, at Norðurlandahúsið var egnað til akustiskan tónleik frammanundan, og hann heldur, at talan var um miðakustikk, sum hann nevnir tað.
- Men nú er tað farið, og tónleikarar siga at tað er drepandi, serliga at venja, sigur Sunleif Rasmussen, og sipar serliga til blásarar, sum siga, at hetta fer illa við varrunum.
- Hatta var ein góður salur og eitt gott millumting millum elektriskan og akustiskan tónleik, sigur Sunleif Rasmussen, og vísir á, at tá hann hoyrdi kór framføra eitt nú Requiem eftir Mozart, og tað tyktist, sum tey ikki náddu út um pallkantin.
- Upplivilsið er skert, og sangararnir siga, at tað er dráp, sigur Sunleif Rasmussen, sum leggur dent á, at tað ikki eru øll tónleikasløg, sum eiga at brúka mikrofon.
Spurdur, um hetta ikki er gott fyri eitt nú rokktónleikin, sigur Sunleif Rasmussen, at hann hevur ongantíð hildið, at Norðurlandahúsið egnaði seg til slíkan tónleik.
- At sita í plússsofum og lurta eftir 200, har hava tey eisini rakt við síðuna av, sigur hann, og heldur fyri, at til eitt nú 200, hava fólk uttan iva heldur hug at røra seg eitt sindur meira, enn til ber í slíkum sessum.
- Vit skulu eisini taka sjangrurnar fyri fult, sigur Sunleif Rasmussen, ið heldur, at tónleikur, har ravmagn krevst er tað einasta, ið salurin í Norðurlandahúsinum hóskar til nú.
 
Okkum tørvar okkara egnu tónleikahús
 
Ólavur Jakobsen er kendur sum guitaristur og er m.a. kendur úr Aldubáruni. Hann leggur dent á, at hann bara tosar fyri seg sjálvan og ikki vegna hansara bólk, men sigur, at ljóðið er vorðið turrari nú, sum hann tekur til.
- Tað er ikki blivið til betri til akustiskan tónleik.
Hann setir tó spurningin, hvat ein góður salur er fyri nakað, og sigur seg ikki ivast í, at ljóðið í salinum helst er vorðið lættari at stýra.
Ólavur Jakobsen sigur tó, at tað helst er neyðugt hjá Norðurlandahúsinum eiisni at fáa inntøkur frá øðrum tiltøkum, eitt nú ráðstevnum, og tí áttu føroyingar at bygt síni egnu tónleikahús og ikki dúvað upp á Norðurlandahúsið.
- Norðurlandahúsið er blivin ein koddi hjá okkum, sigur Ólavur Jakobsen, sum leggur afturat, at eitt nú Havnin hevur brúk fyri tónleikahúsum.
Hann heldur, at komforturin hjá áhoyrarunum er blivin betri í Norðurlandahúsinum, men at eitt nú Symfoniorkestrið ikki fær ta hjálp frá salinum, sum tað átti at fingið.
 
Brúkt um alt Evropa
 
Niels Halm, stjóri í Norðurlandahúsinum váttar, at hann hevur frætt um sjónarmiðini um broytingar í akustikkinum, men nakrar beinleiðis klagur ella formuleraður kritikkur, sum hann kallar tað, eru ikki komin á teirra borð.
Sjálvur heldur hann, at húsið er blivið betri. Hann viðgongur tó, at tað ikki er hansara áskoðan, sum skal vera avgerandi fyri, hvussu ljóðið í húsinum skal vera, og tí fer hann at seta seg í samband við eitt nú symfoniorkestrið.
Niels Halm sigur, at kanningar eru gjørdar av akustikkinum í húsinum, og at hesar ikki kunnu staðfesta atfinningarnar, sum akustikkurin hevur fingið. Hann vísir á, at júst hetta slagið verður brúkt í teimum størstu tónleikahúsunum kring alt Evropa. Somuleiðis sigur hann, at salurin verður totalrenoveraður, og tær stóru gardinurnar og bakteppi verða skift út. Hetta er tann mest umaftandi umvælingin í søguni hjá húsinum.
Niels Halm vísir á, at tey taka kritikkin til sín, og halda eisini, at kjak eigur at vera um hetta, men at samstundis er eitt sera individuelt kjak, sum hann tekur til.
- Men okkara útgangsstøði er, at vit hava eina skipan, sum verður brúkt um alt Evropa og at hetta fungerar optimalt, sigur Niels Halm.