Aksel verður samráðingarleiðari

Tað greitt, tá bæði Tjóðveldi og Sambandsflokkurin peika á hann sum samráðingarleiðara.

Klokkan 9:30 hevur Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, fyrsta floksformannin inni fyri at vita, hvønn hann skal tilnevna til samráðingarleiðari í sambandi við at skipa nýggja samgongu.

Høgni Hoydal hevur púra greitt sagt, at hann peikar á formannin í Javnaðarflokkinum, Aksel V. Johannsen. Mangt bendir á, at Ruth Vang úr Framsókn ger tað sama.

Bárður Nielsen sigur við info í morgun, at hann fer at peika á Aksel V. Johannsen, sum eisini sjálvur fer at peika á seg sjálvan.

Harvið er greitt, at í minsta lagi 22 og helst 25 tingfólk standa aftan fyri Aksel V. Johannesen sum samráðingarleiðara.

Á løgtingsvalinum hósdagin gjørdist Javnaðarflokkurin nógv størsti flokkurin við 9 tinglilmum. Sambandsflokkurin fekk 7, Fólkaflokkurin og Tjóðveldi 6, Framsókn 3 og Miðflokkurin 2 tingsessir.

Sum skilst verða tað fyrsta lagi andstøðuflokkarnir, sum fara at samráðast. Tað eru Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn.