Aksel Poulsen vann sannførandi á Niclasi Eysturoy í finaluni. Hann vann bæði settini. Aksel Poulsen tóktist hava tamarhald á dystinum allatíðina, meðan Niclas framdi nógv mistøk.
Tað merkist serliga væl, at báðir høvdu spælt fleiri dystir frammanundan. Báðir tóku lut í finaluni í tvímansleiki. Aksel var við yvirlutan í hesum seinasta dystinum og vann uppiborið.
Sigrun Smith vann føroyameistaraheitið fyri aðruferð. Hon vann seg eisini upp á føroyska tindin í 2009. Hon vann á 15 ára gomlu Rannvá Djurhuus Carlsson í finaluni. Sigrun var við undirlutan í fyrsta settinum, men so svaraði hon aftur. Settúrslitini vóru 19-21, 21-13 og 21-16.