Tað gjørdist greitt, tá Høgni Hoydal hevði verið inni hjá løgtingsformanninum og sagt sína hugsan. Frammanundan høvdu Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin sagt sína hugsa og peikað á Aksel V. Johannsen sum samráðíngarleiðara.
Harvið hevur Aksel V. Johannesen 22 tingfólk aftan fyri seg.
Aftan á Høgna Hoydal fór Ruth Vang úr Framsókn inn til løgtingsformannin, og síðani skal Jens av Rana úr Miðflokkin sum tann síðsti inn til formannin at siga sína hugsan.
Høgni Hoydal sigur, at tey mæla til eina stjórn millum núverandi andstøðuflokkar, Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn.
– Vil Aksel Johannesen hava eina breiðari stjórn við teimum, sum hava peikað á hann, so eru vit eisini sinnað til tað, sigur Høgni Hoydal.
Tað merkir, at Tjóðveldi, um so skuldi verið, er sinnað at vera við í eini samgongu millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin, Tjóðveldi og Framsókn.
Hann vísir á, at Javnaðarflokkurin hevur vunnið valið, saman við Framsókn, og at støðan hjá Tjóðveldi ikki er tann besta soleiðis sum valið fall út.
– Vit ynskja at fara undir samráðingar beinanvegin, sigur Høgni Hoydal.
##med2##