Aksel fyri seg sjálvan

Í Degi og Viku í gjárkvøldið fekk sjónvarpið hjá Kring­varp­i­num Aks­el Jo­hann­e­sen, for­mann Javn­að­ar­floks­ins, fyri seg sjálv­an. Flokk­ur­in hevði boð­ið til fund­ar týs­morg­un­in klokk­an 8:30, men tá vóru tey í sjón­varp­i­num ikki uppi. Hin­vegin varp­aðu tey ljós á Mið­flokk­in og Tjóð­veldi, sum løgdu sín­ar val­skrá­ir fram seinni hend­an dagin.

Men hetta gjørdu tey gott aft­ur í gjár, tá tey fingu Aks­el Jo­hann­e­sen at »spæla«, at hann legði skránna fram, so tað sá út sum um sjón­varp­ið var við á fundinum. Sigið so tað!