Aksel er favorittur

Fimm av sjey javnaðarfeløgunum í landinum, sum Kringvarpið hevur verið í samband við, vænta, at teirra felag fer at vísa á Aksel V. Johannesen á formansvalinum í Javnaðarflokkinum um góðar 14 dagar.

Tað skrivar Kringvarpið á síni heimasíðu.

Tvey feløg vildu illa siga nakað, men annað teirra viðgekk kortini, at Aksel V. Johannesen er ovast á ynskilistanum. Umboð fyri hitt felagið, sum ikki hevði hug at úttala seg, vísti kortini á, at tað ber ikki til at útiloka, at onkur heilt annar enn tey, vit kenna á politiska vígvøllinum hjá Javnaðarflokkinum, verður formaður.

Einki av javnaðarfeløgunum hevur havt fund um málið.