Tað gongst einki serligt hjá Akranesi og Juliani Johnsson. Teir hava støðugt verið staddir lítið omanfyri niðurflytingar strikuna. Tvær tær síðstu vikurnar hava vónir verið fyri, at teir kundu lætta sær nøkur pláss upp frá áttanda plássinum, sum teir leingi hava verið á, men tað hevur ikki eydnast.
Tá ið KR úr Reykjavík vitjaði, var fyrsta løtan bragdlig hjá Akranesi. Teir settu hol á longu í 2. minutti, men ein hálvan tíma seinni snaraðist gongdin fullkomuliga á. Eftir trimum minuttum skoraði KR tvey mál, og tá ið tað restaði eitt lítið korter, øktu teir til 3?1.
ÍA royndi at stríðast fyri at koma afturíaftur, og teir fingu eitt mál afturat.
Julian Johnsson var á miðvøllinum hjá heimaliðnum allar 90 minuttirnar. Tá ið teir fingu síðsta málið, var tað eftir at málverjin hevði hálvbjargað skotroynd frá Juliani.
KR, sum í fjør var meistari, og sum longu er farið burturúr Europa Cup kappingini, er á meistarakós eina ferð enn. Saman við einum øðrum høvuðsstaðarliði, Fylkir, eru teir fremst í kappingini.










