Í morgun fór Akraberg at sigla heim úr Barentshavinum, har trolarin hevur roynt í hálvan triðjan mánað. Nú teir fóru at sigla, vóru teir á Gásabankanum í russiskum sjógvi.
Í lastini eru 745 tons av frystum toski og hýsu. Akraberg fór úr Føroyum 11. oktober. 25. november landaðu teir 600 tons í Tromsø. Harvið er samlaða veiðan henda túrin 1345 tons.
Manningin telur 24 menn. Skipari á Akrabergi er Eyðun á Bergi í Klaksvík.