Fiskivinna
Meðan flestu skipabólkar kæra sína neyð um minkandi inntøkur, hevði Akraberg sítt besta ár í fjør.
Skipið, sum felagið Framherji, keypti fyri 10 árum síðan, fiskaði í fjør fyri stívliga 60 miljónir krónur.
Anfinn Olsen, reiðari, sigur, at árið 2004 var eitt gott ár hjá skipi og manning.
Flaggaðu ímillum
Spurdur, hvussu tað ber til, at Akraberg hevði sítt besta ár, tá ið skipaflotin sum heild hevði minkandi inntøkur í 2004, sigur reiðarin:
- Høvuðsorsøkin til góða úrslitið, er, at vit flaggaðu ímillum, sum hann tekur til.
Anfinn sigur, at Akraberg í fjør bæði royndi undir føroyskum flaggi og íslendskum flaggi, tó allatíðina við føroyskari manning.
- Vit høvdu góðar kvotur undir føroyskum flaggi og góðar kvotur undir íslendskum flaggi. Hetta hevur tænt bæði skipi og manning, sum høvdu sítt besta ár nakrantíð, sigur hann.
Avlop hvørt ár
Reiðarin sigur, at Akraberg hevur fiskað kongafisk undir føroyskum flaggi ? og tosk í Barentshavinum.
- Undir íslendskum flaggi hava vit serliga fiskað kongafisk, tosk, hýsu og upsa.
Anfinn sigur, at manningin tískil bæði hevur verið avroknað eftir føroyskum sáttmála og íslendskum sáttmála.
- Hesir sáttmálar eru á leið teir somu, tó at tann íslendski er eitt lítið sindur lakari fyri manningina.
Síðan Framherji keypti Akraberg, fyrrverandi Beinir og Skálafjall, á tvingsilssølu fyri stívliga 10 árum síðan, hevur raksturin á hvørjum ári givið avlop.
- Men hetta er so besta árið higartil, sigur Anfinn Olsen.