Fiskivinna
Akraberg kom aftur úr Barentshavinum, mánadagin 26. apríl. Veiðan er løgd upp hjá Northern Fish Cold Storage í Klaksvík, og síðan tá hevur skipið ligið í Saltangará. Væntandi loysir Akraberg aftur í komandi viku, og tá verður farið í Irmingarhavið á kongafiskaveiði.
Reiðarin, Anfinn Olsen, er í løtuni á matvørumessu í Belgiu, men á skrivstovuni hjá reiðarínum siga tey, at lastin hjá Akrabergi hendan túrin var mett til eini 250 tons av flaki.
Akraberg fór úr Føroyum, 17. mars, so hetta hevur ikki verið nakar langur túrur. Teir hava bara roynt í russiskum sjógvi í Barentshavinum. Í byrjanini var væl at fáa, men sum tíðin leið, fekst lítið og einki.
Fulla last
Hetta er annar túrurin hjá Akrabergi í Barentshavinum í vetur. Hin fyrra túrin, sum vardi í 60 dagar, høvdu teir fulla last, 453 tons av flaki.
Fyrra túrin royndu teir bæði í norskum og russiskum sjógvi, og fiskiskapurin var góður.
32 mans eru við Akrabergi, tá ið teir eru eystanfyri. Í Irmingarhavinum eru teir vanliga 28 mans við skipinum.