Ákoyrdur við Kaldbakstunnilin

Fyri løtu síðani varð ein maður ákoyrdur norðraru megin tunnilsmunnan við Oyrareingir

Vakthavandi á politistøðini í Havn upplýsir, at talan var um ein mann, sum stóð við bussskýlið norðraru megin tunnilsmunnan. Onkursvegna var hesin komin út á vegin, og hann varð ákoyrdur av einum bili.

 

Maðurin er nú ávegis landssjúkrahúsið við sjúkrabili.