Akkurát nokk til avdráttir

   

Landskassaroknskapurin fyri fíggjarárið 2002 vísti eitt avlop á 191 mill. áðrenn avdráttir ? ella knappar 50 mill. eftir avdráttir. Hetta er nógvur peningur, men als ikki nokk í einum so avbera góðum ári, sum 2002 vísti seg at vera. Avlopið átti verði minst 200 - 300 mill. eftir avdráttir og ikki einans 50 mill.
Útlitini fyri 2003 eru munandi verri enn fyri 2002. Væntandi verður onki avlop í ár.
Tá fíggjarlógin fyri 2002 varð samtykt vísti hon eitt avlop á 371 mill. Í leypi av 2002 komu nógvar eykajáttarnir, so vegna vánaligari stýring kom avlopið við eykajáttanum niður á 70 mill. í desember 2002. Endaliga roknskaparúrslitið vísti seg at liggja á 191 mill. ? heilar 180 mill. lægri enn upprunaliga fíggjarlógin.
Tá skal eisini takast hædd fyri, at fleiri óvæntaðar inntøkur vístu seg í síðstu løtu, sum vóru við til at lyfta úrslitið uppeftir.

Akkurát nokk til avdráttir
Longu tá valið var á vári 2002 vísti Sambandsflokkurin á, at tað var um reppið at fíggjarlógin fór at hava nóg stórt avlop til avdráttirnar.
Tá avtornaði vísti tað seg, at tað akkurát var nokk til avdráttirnar. Knappar 50 mill. vóru eftir tá avdráttirnir vóru goldnir.
Sanniliga mugu vit siga, at gott var at eyka inntøkur komu í síðstu løtu, sum góvu eitt avlop á landskassaroknskapinum.
Tær knappar 50 mill. eru settar inn í Landsbankan.

Peningurin í Landsbankanum
Landskassin hevur lógarbundna skyldug at hava 15% av BTÚ innistandandi í Landsbankanum. Av tí at búskaparvøkstur hevur verið seinastu árini (og harvið er BTÚ vaksið) er hetta kravið vaksið við 130 mill., soleiðis at tað í dag skulu standa minst 1.515 mill. í Landsbankanum. Samstundis eru einans 50 mill. settar inn í bankan ? tvs. at tøki peningurin í Landsbankanum er ikki vaksin men minkaður við (130-50 = 80 mill )
Tilsaman er nú minni enn 900 mill. tøkar í Landsbankanum ? restin er peningur, sum landskassin hevur bundið seg til at hava innistandandi.
Kravið næsta ár veksur við umleið 150 mill. ? tvs. at avlopið á fíggjarlógini í ár má vera minst 300 mill. fyri at vera nokk til avdráttir og til at økja tøka peningin í Landsbankanum.

Útlitini fyri 2003
Fíggjarlógin fyri 2003 varð samtykt á heystið 2002 við einum avlopi á 240 mill. Tvs. at samtykta avlopið er ikki nokk til avdráttir og til at nøkta kravið um innistandandi í Landsbankanum.
Longu nú eru eykajáttarnir fyri omanfyri 70 mill. samtyktar í løgtinginum. Tvs. at longu nú er avlopið á fíggjarlógini við at nærkast 160 mill., sum júst er nokk til avdráttirnar av skuldini (gjaldast skulu 148 mill. í avdráttum í 2003)
Harafturat er inntøkusíðan á fíggjarlógini yvirmett. T.d. er mett at skattainntøkurnar vaksa meiri enn 9 pct. meðan vøksturin í skattainntøkum higartil í ár hevur verið 3,7% í mun til sama tíðarskeið undanfarna ár - tá er hædd ikki tikin fyri skattalættanum og møguligum avleiðingum av verkfallinum. Samtykti skattalættin er 3,4% av skattainntøkunum, so í veruleikanum er vøksturin einans 0,3% higartil í ár. Eyðsæð er, at inntøkur koma at mangla í ár.

Landskassaavlopið 2003
Sum grundgivið er fyri omanfyri, kann ikki roknast við at yvirskotið á landskassanum verður nøktandi. Roknast kann við, at úrslitið á Landskassanum verður munandi verri enn í 2002 ? hóast tekin eru um at 2003 eisini fer at vera eitt rímiliga gott ár - búskaparliga sæð.
Man skal vera super-optimist, um man roknar við at avlopið verður stórt nokk til avdráttirnar. Eg vildi heldur mett, at avlopið fer at liggja millum eitt hall á 100 mill. til eitt avlop á 100 mill ? alt eftir hvussu restin av árinum fer at laga seg.