Í gjár var løgreglan á ferð við lasaranum at máta, hvussu skjótt bilar koyrdu. Og í tí sambandi varð ein bilførari tikin, sum koyrdi 116 kilometrar um tíman í óbygdum øki, har tað er loyvt at koyra 80.
Sostatt missur hann koyrikortið treytað. Undir vanligum umstøðum merkir tað, at hann kann halda fram at koyra bil, men at hann skal taka koyrikortið av nýggjum, áðrenn tríggir mánaðir eru farnir, annars missur hann tað.
Men hjá bilførarum, sum hava havt koyrikort í styttri enn trý ár, eru reglurnar eitt sindur strangari, tí í roynd og veru verða tey fyrstu trý árini mett sum ein royndartíð.
Hesin bilførarin hevði ikki havt koyrikort í tvey ár, og tað merkir, at hann fær beinleiðis koyriforboð fyri at koyra so skjótt, og sostatt má hann lata koyrikortið frá sær.
Tað merkir, at hann má lata bilin standa til hann hevur tikið koyrikortið av nýggjum, bæði teori og koyring.
Eisini, hvat klippum í koyrikortinum viðvíkur, eru reglurnar strangari fyri nýklaktar bilførarar.
Vanliga missa bilførar koyrikortið treytað, fáa teir trý klipp í koyrikortið upp á trý ár. Men nýkaktir bilførarar, sum hava havt koyrikort styttri enn trý ár, fáa longu koyriforboð, fáa teir tvey klipp í koyrikortið upp á trý ár.
Umframt hendan bilføraran, sum fekk koyriforboð, fingu eisini tveir aðrir bilførarar klipp í koyrikortið fyri at koyra nakrar og 70 kilometrar um tíman í bygdum øki, har tað er loyvt at koyra 50.