Áki og liðfelagarnir vunnu annan dystin á rað

EHV Aue endaði árið væl við sigri í ígjár

Tað hevur verið eitt hart kappingarár fyri Áka Egilsnes og liðfelagarnar í EHV Aue í 2. bundesligu í Týsklandi, men seinastu umførini hevur tað bragdað hjá teimum.

 

Ígjár vann EHV Aue tryggan 34-26 sigur á Dessauer á heimavølli. Aue var á odda 17-14 í steðginum. Áki var ikki millum málskjúttarnar hesaferð.

 

EHV Aue liggur triðaftast í deildini við 13 stigum. Tað er bert málmunurin sum skilir Aue frá fjórðaftasta plássinum, og Aue hevur bert trý stig upp til Rimpar, ið liggur á 11. plássi við 16 stigum.

 

EHV Aue spælir aftur 5. februar tá Huttenberg kemur á vitjan.