Áki Egilsnes skoraði eitt mál og tók síni tøk í verjuni tá lið hansara, EHV Aue í dysti í næstbestu týsku hondbóltsdeildini tók móti Huttenberg.
Í fyrra hálvleiki gekk væl, og í steðginum var EHV Aue á odda 17-14.
Í seinna hálvleiki gekk verri í hond hjá heimaliðnum, og endaði dysturin við einum 29-27 sigri til Huttenberg.
Komandi fríggjakvøld spælir EHV Aue á útivølli móti Essem.
EHV Aue er beint undir niðurflytingarstrikuni við 13 stigum, bert ein verri málúrtøka skilir EHV Aue frá fjórðaftasta plássinum, ið gevur eitt nýtt kappingarár í 2. bundesligu.