Skal fólkatingskvinnan Aki-Matilda Høegh-Dam stovna ein nýggjan flokk at stilla upp til valið í Grønlandi, hevur nýggja uttanflokka fólkatingskvinnan bara nakrar fáar dagar at savna inn undirskriftir. - Mynd: Emil Nicolai Helms/Ritzau Scanpix

Aki-Matilda Høegh-Dam hevur knappa tíð at stovna flokk

Grønlendska fólkatingskvinnan Aki-Matilda Høegh-Dam hevur knappa tíð, um hon skal stovna ein nýggjan flokk og stilla upp til valið í Grønlandi í mars.

Skal fólkatingskvinnan Aki-Matilda Høegh-Dam stovna ein nýggjan flokk at stilla upp til valið í Grønlandi, hevur nýggja uttanflokka fólkatingskvinnan bara nakrar fáar dagar at savna inn undirskriftir. - Mynd: Emil Nicolai Helms/Ritzau Scanpix

Skal grønlendska fólkatingskvinnan Aki-Matilda Høegh-Dam stovna ein nýggjan flokk at stilla upp til landstingsvalið í Grønlandi, hevur hon bara nakrar fáar dagar at savna inn undirskriftir.

Tað var í gjár, at hon meldaði seg úr stjórnarflokkinum Siumut, og hon hevur áður sagt, at hon umhugsar at stilla upp til grønlendska landstingið, Inatsisartut.

Um so verður, so fær hon úr at gera. Týsdagin skulu allir nýggir flokkar hava savnað inn 856 undirskriftir frá veljarum, sum er 1/31 av gyldu atkvøðunum, sum vórðu givnar á valinum í 2021.

Í Inatsisartut eru 31 limir, og valið verður 11. mars. 

Undirskriftirnar skulu vera skrivstovuni hjá valstýrinum í hendi í seinasta lagi týsdagin 11. februar 2025.

Hon var limur í javnaðarflokkinum í Grønlandi, Siumut.

Hon meldað seg úr, tú hon hevur ynski um eina skjótari tilgongd at fáa loysing frá Danmark enn hana, sum nú fyrrverandi flokkur hennara hevði.

Hesum boðaði hon frá í tíðindaskrivi í gjár.

- Tað var ikki ein løtt avgerð, so eg fari at halda frí um vikuskiftið. Tað er nógv at hugsa um, og eftir vikuskiftið fari eg at svara spurningum, skrivaði hon.

Hon hevur eisini latið upp fyri møguleikanum at stilla upp fyri annan flokk. Men hevur enn ikki sett seg í samband við nakran flokk.

Útmeldingin hjá henni kemur eftir nakrar dagar, har Aki-Matilda Høegh-Dam hevur funnist at formanninum í Siumut, Erik Jensen, og tilgongdini hjá flokkinum til spurningin um ferðina í sjálvstýristilgongdini.

Hann hevur higartil verið trekur at skunda sær at gera eina dagfesting fyri fólkaatkvøðu um sjálvstýri. Men eftir atfinningarnar hevur hann sagt, at fólkaatkvøða skal vera í næsta valskeiði – og tað kom sum ein sonn valbumba.

Men tað var ikki nóg mikið til at køva ósemjur um flokslinjuna í Siumut.

Kuno Fencker er ein av atfinnarunum, sum eisini er unnusti hjá Aki-Matildu Hoeg-Dam, umhugsar eisini at leggja frá sær í Siumut. Fyri stuttum vitjaði hann í USA, har hann hitti stuðlar hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump.

Tað hevur skapt øsing orsakað av amerikanska áhuganum fyri Grønlandi, og tí flokkarnir á tingi hava gjørt sáttmála um at standa saman.

Hann tekur sær ein steðg at hugsa um vikuskiftið, júst sum Aki-Matilda Høegh-Dam, sum hann er trúlovaður við.

Aki-Mathilda Høegh-Dam varð afturvald í Fólkatingið í 2022 og vann stórsigur við 6.655 atkvøðum. Tað svarar til ein triðing av øllum atkvøðunum, sum vóru greiddar í Grønlandi.

Tað var næstan tvífalt so nógvar atkvøður, sum hon fekk á valinum í 2019. Tað ber til at sita bæði í grønlendska og danska tinginum samstundis.

Aki-Mathilda Høegh-Dam hevur áður sagt, at hon stillar ikki uppaftur til Fólkatingið. Í 2023 stillaði hon upp til formansvalið í Siumut, men tapti.

Kuno Fencker fekk 66 atkvøður á seinasta vali til Inatsisartut, og hann situr á tingi sum varamaður fyri Siumut, sum situr í stjórn saman við Inuit Ataqatigiit, sum hevur landsstýrisformannin.

/Ritzau/

 

Skal fólkatingskvinnan Aki-Matilda Høegh-Dam stovna ein nýggjan flokk at stilla upp til valið í Grønlandi, hevur nýggja uttanflokka fólkatingskvinnan bara nakrar fáar dagar at savna inn undirskriftir. - Mynd: Emil Nicolai Helms/Ritzau Scanpix