»Akfarskreppan«

MANGAR eru kreppurnar. Akfarskreppan, ið loftmiðlarnir nú hava givið so rúmt pláss, sum hevur tikið seg upp ímillum Darnmark og Føroyar, má tó metast at vera ein av teimum »luksuriøsu«.

 

DANSKI skattamálaráðharrin má sigast at vera ógvuliga diplomatiskur, tá hann sigur, at broytingar í lógini um skrásetingargjald fyri akfør úr Føroyum er orsakað av bangilsi fyri EU-avleiðingum á donsku skipanina. Vit trúgva ikki, at hettar er øll forkláringin. Vit gita, at danir ætla, at tiltøkini skulu steðga einari ávísari spekulatión, og møguliga vilja teir royna fullveldisviljan við at meta føroyingar sum triðjalandsborgarar.

TAKA vit spekulatiónsspurningin fyrst, so má ásannast, at munur á avgjøldum, rentum, skattum o.s.fr. altíð gevur møguleika fyri ávísari spekulatión. Yvir 90% av øllum peningarensli í heiminum er grundað á slíka spekulatión - bert 10% er gjald fyri vørur og tænastur. Lóggávuvaldið roynir at fyribyrgja órímiligum avleiðingum við m.a. at dupultskattaavtalur. Okkara serligu viðurskifti við Danmark gera, at tað ber væl til at spekulera um landamark uttan serligan tapsvanda. Danir hava gjørt tað í nógv ár. Rentuspekulatiónin, ið kom í hæddina síðst í 80 unum, var í stóran mun fíggjað av donskum bankum. Ognarsøla í Danmark av fólki, ið hevur ella fær sær fastan bústað í Føroyum, er ikki ókent fyribrigdi.


FYRSTU ferð vit hoyrdu um spekulatión í bilavgjøldum var úr Mjørkadali fyri eini 30 árum síðani. Tá vóru tað danir. Nú eru tað vit sjálvir. Hvussu stórur hesin trafikkur er/hevur verið niðureftir vita vit ikki, men ef eftirfarandi hvat pressan skrivar, so er nakað. Hettar er óheppið, tí skipanin vit hava nú er góð fyri tey hon var ætlað til. Ein loysn má finnast fyri hesi fólk.


HETTAR er orsøkin til, at Jóanes Eidesgaard fólkatingsmaður fer í holt við at loysa málið. Vit tora róliga at rokna við, at fyri Óla Breckmann vigar tungt, at spekulatiónsmøguleikin verður varðveittur. Tað vil sjálvandi ikki bøta um okkara umdømi uttanlanda. Ikki tí at tað nervar okkum eitt petti, at fólkaflokkurin tykist miðja eftir at røkka moralkodex 0, men tað nervar okkum, um hettar blívir ein belastningur fyri umdømi okkara sum tjóð.


UM nú danir hava í hyggju at royna fullveldisviljan hjá føroyingum, so kann Jóanes mótmæla av fullum hjarta. Hann er ríkisfelagsskapsmaður. Óli er fullveldismaður - formliga, ið hvussu so er - og mangur mundi vamlast at hoyra hann í útvarpinum nýta ríkisborgararættindini í hesum máli.


VIT hava álit á at Jóanes fær nakað skilagott burtur úr, so verðandi skipan kann varðveitast fyri tey, ið tørva hana. Eitt heimligt eftirspæl kundi verið ein fyrispurningur til Vinnumálaráðharran, um tað er nakar spekulatiónstrafikkur til Danmark og hvussu stórur er hann? Møguliga er eingin og so er einki at hava kreppu um.