Ákæra er langt um leingi reist móti einum kommunulækni, ið hevur verið undir illgruna síðani juli 2014 fyri at hava framt kynsligan ágang móti fleiri kvinnum í sínum læknahølum. Tað veit Kringvarpið at siga í dag.
Ákærin, Linda Hesselberg, kann tó ikki upplýsa fyri Kringvarpinum hvat kommunulæknin verður ákærdur fyri, tí akæruritið ikki er liðugt skriva.
Fleiri orsøkir eru til, at tað hevur gingið so leingi áðrenn ákæra varð reist. Í fyrstu atløgu sóknaðist løgreglan eftir fleiri vitnum í málinum.
Upprunaligar vóru tað fimm kvinnur, ið høvdu meldað læknan, men aftaná, at málið var í fjølmiðlunum, øktist talið av kvinnum, ið høvdu havt líknandi upplivingar, upp á trettan.
Harumframt hevur kommunulæknin verið til mentalkanning í Danmark, men úrslitið av henni gevur onga orsøk til at krevja øðrvísi revsing.
Kommunulæknin varð fyribils loystur úr sínum starvi í september 2014.

Ákærdur langt um leingi
















