Ákærdur fyri drápsroynd: Skal avhoyrast í dag

Rættarmálið ímóti manninum, sum er ákærdur fyri at royna at drepa fýra fólk í Norðdepli, fer at taka tvær vikur

Tað verður ikki fyrrenn í seinnu helvt í næstu viku, at greiða fæst á, um maðurin, sum er skuldsettur fyri drápsroynd ímóti fýra fólkum í Norðdepli, og fleiri onnur brotsverk eisini, er sekur ella ósekur.

 

Les eisini: Ákærdur fyri drápsroynd á fýra fólk

 

Tilsamans er maðurin skuldsettur fyri 10 lógarbrot, har hann hevur játtað seg sekan í summum.

 

Men álvarsamasta ákæran er drápsroyndin ímóti teimum fýra fólkunum og har hevur hann ikki játtað seg sekan, tí hann sigur seg einki minnast frá hesum vanlukkuliga sunnumorginum tann 14. juli í fjør, tá ið fýra fólk vórðu álopin og illa særd í Norðdepli.

 

Í gjár legði ákærin teknisk prógv fram í málinum og í dag skal ákærdi maðurin avhoyrast, har hann fær høvi at greiða frá. Men sum ákærdur hevur hann eisini rætt at lata vera.

 

Les eisini: Offur í Norðdepli var í álvarsligum lívsvanda

 

Morgindagurin, hósdagurin og fríggjadagurin skulu brúkast til at avhoyra vitni í.

 

Talan er um politistar, offrini og onnur, sum hava sæð og hoyrt nakað, ið hevur samband við ógvusligu hendingina í Norðdepli, ella fólk, sum kenna til viðurskiftini hjá tí ákærda.

 

Mánadagin fara ákæri og verji at taka samanum og týsdagin verður eingin rættarfundur.

 

Mikudagin skulu teir 12 nevningarnir fyri seg sjálvar at taka støðu til um ákærdi er sekur ella ikki.

 

Er niðurstøðan, at hann er sekur skulu ákæri og verji siga sína hugsan um,  hvørja revsing, er hóskandi at hann fær og síðani skulu nevningarnir og dómarin aftur fyri seg sjálvi at áseta revsingina.

 

Tað er fullkomiliga ógjørligt at siga, hvussu langa tíð, nevningarnir hava um at taka støðu til ákærurnar, tí talan er um eitt rættiliga umfatandi mál.