Nógvir møguleikar standa opnir og fáir møguleikar kunnu útihýsast.
Tað er niðurstøðan, nú tveir serfrøðingar hava verið í rættinum nú seinnapartin í sambandi við málið, har ein maður er ákærdur fyri dráp, eftir eina hending í Havn í November í fjør.
Teir báðir serfrøðingarnir, ein rættarlækni og ein kriminalteknikari, hava greitt rættinum frá teimum teknisku prógvunum, teir hava funnið.
Men tað bar ikki til hjá teimum at varpa nakað serliga greitt ljós á tað, sum fór fram í eini íbúð í Havn hetta kvøldið tann 20. november í fjør. Teir siga, at nógvir møguleikar standa opnir og at fáir møguleikar kunnu útihýsast.
Og einaferð, rættarlæknin fekk ein heilt ítøkiligan spurning, svaraði hann, at slíkt var nakað, bara Sherlock Holmes kundi svara upp á.
Men eitt, hann kundi staðfesta var, at maðurin, sum er deyður, er stungin tvær ferðir í bringuna við einum longum knívi.
Tann fyrri stingurin fór sjey sentimetrar inn og tað var nóg mikið til at skera eina pulsæðr var og at tað var hetta, sum beindi fyri manninum.
Hin stingurin fór tríggjar sentimetrar inn og elvdi ikki stóran skaða annars.
Rættarmálið ímóti tí ákærda hevur nú vart í tríggjar dagar og í morgin er frídagur.
Fríggjamorgunin skulu nøkur prógv afturat leggjast fram og síðani fara ákæri og verji at greiða nevningunum frá, hvussu teir síggja málið.
Eftir tað liggur tað í hondunum á nevningunum at gera av, um tann ákærdi er sekur ella ikki – og um hann er sekur, hvørja revsing hann skal hava.
|